Í tíðindaskrivi frá Námi verður boðað frá, at nógv umrødda atlasið hjá Námi, Heimurin - atlas til heim og skúla, fyrstu ferð er savnað nú, so til ber at blaða og gera samanberingar.
Tað er eingin loyna, at nógvar ymiskar meiningar eru um nýggja atlasið, og at nógv kjak er staðist av hesum. Higartil hevur tó eingin sæð atlasið uttan Málráðið. Men nú er høvi hjá teimum, sum ynskja tað, at síggja ávegis útgávuna, ið fyrstu ferð er savnað.
Nám boðar frá, at hóast summarfrí er, so ber kortini til at koma inn á gólvið í Námi og blaða í útgávuni - tó bert eftir avtalu. Hetta verður gjørt, so fólk fáa høvi til at kunna seg um landafrøðilig heiti og fyribrigdi. Tilboðið stendur við, tá summarfrítíðin er av og skúlagongdin byrjar aftur.
Gramar hava staðið fyri grafiska arbeiðinum og Árni Jacobsen, samskipari í Námi, hevur gjørt eintøk til fylgibólk og fakfólk at blaða í og viðmerkja.