Nýggj vitan áðrenn nýggja kanning

Undir kreppuni vórðu settar í verk nakrar bráðfeingis analysur av føroyska búskapinum IMF og Gørtz rapportirnar. Eftir kreppuna eru tvær nakað sama slag analysur framdar - Caragata og Hvítabók.
Allar hesar hava verið analytisk verk, grundað á ta informasjón, sum liggur til taks frammanundan.
Hesi tiltøkini hava givið okkum nakrar meiningar um føroyskan búskap - men ikki stórvegis av nýggjari vitan ella nýggjum amboðum.

Tað er ótrúliga arrogant, at fara frá hesari hendingini, uttan at syrgja fyri, at hava fleiri amboð og meira vitan tøka. At stevna út í mjørkan enn eina ferð.
Hesar nevndu frágreiðingar geva á ongan hátt myndugleikunum betri førleika ella meira informasjón til at reka búskaparpolitikk ella til at hava eftirlit við búskapargongdini.
Tað, sum krevst er:
? Informasjón um búskapin og sosialu viðurskiftini - bæði umfatandi árliga informasjón og bráðfeingis fráboðandi hagvísar
? Amboð og stovnar til analysur
At krepputilgongdin kundi búnast so nógv áðrenn gjørt var av álvara vart við viðurskiftini, stóðst fyrst og fremst av, at ov lítil informasjón var um føroyska búskapin og at informasjónin ikki kom nóg tíðliga. Í hesum er alt ov lítið broytt.
Haraftrat komst tað av, at fakligi førleikin til at brúka informasjónina ikki var nóg góður.
Nú, vit merkja fyrstu skvatlini at einari nýggjari kreppu, hava vit framvegis ikki neyðugu informasjónina ella neyðug amboð ella førleika til at brúka informasjónina.
Okkum manglar haldgóð hagtøl um nærum alt.
Mest átroðkandi eru haldgóð og stundislig hagtøl um tjóðarroknskap, gjaldsjavna, prís- og lønargongd, arbeiðsmarknað, húsarhaldsinntøkur og sosial viðurskifti annars, fíggjarviðurskifti og fíggjarmarknað.
Tínæst hagvísar av ymsum slag - um framleiðslu, keyp, bygging, íløgur, eftirspurning og útboð av arbeiðsorku.
Nú ein dagin kom ein áheitan um at fáa onkra útlendska nevnd at kann føroyska búskapin enn einaferð - og aftur við atliti til teir brennandi politisku spurningarnar.
Kanningar av hesum slag eru altíð vælkomnar. Tað verða valla nakrantíð gjørdar ov nógvar av slagnum. Men hetta er sum við oljuleiting - at seta seg at analysera tær somu upplýsingarnar fimm ferðir, er ikki rætti mátin. Tú granskar tær fystu upplýsingarnar og so noyðist tú at skjóta seismikk aftur. So granskar tú tær upplýsingarnar. Síðani skal royndarborast og tær upplýsingarnar kannast. Nýggjar boringar til avmarking, nýggjur seismikkur, royndir aðrastaðni - alt nýggj informasjón, sum skal til. Heldur enn at seta seg at gronast uppi yvir tí fyrstu seismikkskjótingini fimm ferðir á rað. Tað nyttar lítið.
Ikki tí at tað ikki kundi verið hugnaligt, men av tí orsøk, at okkum fyrst og fremst tørvar informasjón - grundleggjandi teljing og hagtalsliga uppgerð - áðrenn tað nyttar at gera fleiri kanningar og fyri at myndugleikar og fólk skulu hava ein livandi kjans at fáa fráboðan um tað sum hendir nú, tað sum hendi í gjár og tað sum kanska fer at henda í morgin.
Um so er, at tað skulu gerast fleiri kanningar av føroyska búskapinum, so vil eg so staðiliga mæla til, at teir pengarnir verða brúktir til at styrkja førleikan her á landi til gransking av búskapi og sosialum viðurskiftum. Og um tað so endiliga skal vera útlendskt ella altjóða, fáið so sett hesar serfrøðingar í samstarv við føroyingar og føroyskar stovnar.
Landið hevur sett eitt Búskaparráð og hevur Hagstovu, Landsbanka og Fíggjarmálaráð. Fáið heldur brúkt orkuna til at styrkja førleikan hjá teimum til at fáa hagtøl og uppgerðir til vega og til at menna førleikan og amboðini til regluliga analysu av teimum viðurskiftunum, vit ferðast ígjøgnum.
Tann fíggjarmarknaðarliga ?ratingin? ella vigingin, sum Sigurð Poulsen hevur nevnt, er eitt heilt annað mál. Hon hevði verið eitt frálíkt høvi hjá føroyskum myndugleikum at sloppi upp á vektina eina ferð um árið, fyri at tryggja sær at vektin samsvaraði við útsjóndina.
Dagsins rættur eitur informasjón.
Omaná er skilagóð tilfeingisnýtsla.
Í løtuni hava vit nógv meira brúk fyri regluligari informasjón enn vit hava brúk fyri einari frágreiðings aftrat um føroyska búskapin.
Ráðini eru: Syrgið fyri at fáa røttu informsjónina rættstundis.
Tað er ikki bara í samfelagsbúskapinum, at tørvur er á at savna tøku informasjónina til nyttugar uppgerðir og at økja nøgdina av tøkari informasjón. Hetta er galdandi fyri alt samfelagið, øll landsstýrisráðini, allar avgerandi stovnar, øll sosial og búskaparlig viðurskifti, umhvørvi og fiskatilfeingi.
Sjálvt einfalda teljing av fiskiskapi og fiskivinnu manglar okkum, skomm at siga frá. Vit hava onga beina og fullfíggjaða uppgerð av føroyskum útflutningi. Vit kenna ikki tænastuhandilin við onnur lond. Vit vita ikki hvussu nógv húsarhald eru í landinum og vit vita tíansheldur nakað um tey. Vit vita ikki um tímalønin fer upp ella niður. Er bygging dýr ella bílig? - vit vita tað ikki. Eru føroyingar væl útbúnir? - vit vita tað ikki. Vit vita heldur ikki um fyritøkunum manglar arbeiðsfólk ella hvørja útbúgving fyritøkurnar vilja hava.
Hagstovan megnar at framleiða árligan tjóðarroknskap - tvey ára gamlan. Tað vil siga at kunngjørt verður um ársskiftið 2002/2003 hvussu árið 2000 hilnaðist. Tá er tað søga og ikki ein uppgerð, sum er brúkilig hjá myndugleikum ella almenningi.
Tann tjóðarroknskapurin er í ársins prísum - altso prísunum frá 2000. Næsti tjóðarroknskapurin er so fyri 2001. Kemur út um ársskiftið 2003/2004 og er í ársins prísum - altso prísum frá 2001. Av hesi orsøk kunnu tjóðarroknskapirnir fyri 2000 og 2001 ikki samanberast. Vit vita ikki um tað gekk fram ella aftur frá 2002 til 2003 ella hvussu nógv tað gekk fram ella aftur millum árini.
Til tess krevst tjóðarroknskapur í førstum prísum.
Til at gera informasjónina frá tjóðarroknskapi brúkiliga hjá myndugleikum og almenningi krevst haraftrat at informasjónin er tøk fyrr enn tvey ár eru farin - nógv fyrr. Tað rætta var, at fyribils tjóðarroknskapur lá tøkur 6 mánaðar eftir árslok - ikki seinni. Rættast var eisini um tjóðarroknskapur fyri ársfjórðingarnar kom út so hvørt árið leið.
Upp úr mjørkanum
Tað sýnist sum dámar okkum best at liva í mjørka. At hava meiningar um at hetta ella hitt er tað rætta - tó helst undir tí fortreyt at vit ikki hava nóg mikið av informasjón til at ivast í tí vit halda.
Uttan mun til um tað er hendan meiningin ella hin - tað sum telir er vitan. Vitan, sum setir teg føran fyri at taka hesa ella hasa støðuna - ikki støðutakan, sum setir teg føran fyri at køva vitanina um veruleikan.
Dysturin millum politiskar meiningar er upp á sín máta ein av motorunum, sum ber okkum framá. Men ikki tá meiningarnar eru grundaðar á heilaspuna. Okkum tørvar vitan, informasjón, til at lyfta meiningarnar upp á ein hóskandi pall - ein pall har útsýnið er betri - omanfyri mjørkan.