Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt eina nýggja vegleiðing fyri matgerð til ferðavinnu. Vegleiðingin hevur fingið heitið ?Heimablídni? og er gjørd í samstarvi við VisitFaroeIslands, Vinnuhúsið, kunningarstovurnar og onnur.
Tað serliga við vegleiðingini er, at hon er galdandi, har virksemið annars ikki er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Heimablídni loyvir fólki at virka og borðreiða ferðafólki mat í privata húsarhaldinum. Treytirnar eru, at maturin verður tilvirkaður í húsarhaldinum og borðreiddur har, t.e. í køkinum ella t.d. stovuni. Tað er ikki neyðugt við góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
VisitFaroeIslands sigur seg fegnast um hendan møguleika fyri at bjóða ferðafólki mat. Tað eru nógv støð í Føroyum, har ongir ella avmarkaðir møguleikar hava verið fyri at bjóða ferðafólki mat ? og serliga føroyskan mat.
Við hesi vegleiðing eru nú latið upp fyri nógvum møguleikum, har fortreytirnar og umstøðurnar ikki hava verið til vildar. Til dømis fer nú at bera betur til at borðreiða fyri ferðafólki á útoyggj.
Í samband við at hendan nýggja reglugerðin er komin og fyri at vísa á møguleikarnar, ið nú eru til staðar, fer VisitFaroeIslands saman við Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík at skipa fyri skeiði í matvørureinføri. Hetta skeið verður í mai fyri fólki, sum eru áhugaði í at borðreiða fyri ferðafólki, sigur VisitFaroeIslands.