Síðst í vikuni kemur nýggj útvarpsfløga á gøtuna. Útgávan, sum rópast »Eg siti so eina«, er gjørd á sama hátt, sum »Kenna tit Rasmus«, sum kom út í fyrraárið. Talan er um kendar føroyskar sangir, sum eru spældir inn av nýggjum.
Millum sangararnar á nýggju útgávuni eru Jens Marni Hansen, James Olsen, Karl Martin Samuelsen, Kim Hansen og Ronnie Nielsen.
Sangir sum »Hugsa teg um«, »Eg siti so eina« og »Mær dámar bjór og brennivín« eru millum endurinnspældu sangirnar.
Tað er Jóhannus á Rógvi Joensen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum við útgávuni.
Fløgan verður at fáa kring landið um viku-skiftið.