Nýggj gransking gevur fyri fyrstu ferð eina frágreiðing um mekanismuna, sum veksur um vandan fyri, at krabbamein spreiðir seg í likaminum. Tað er Kræftens Bekæmpelse í Danmark, sum hevur arbeitt við hesi gransking, og vónin er, at nýggja vitanin kann føra til viðgerðir, sum meira neyvt hóska til hvønn einstakan sjúkling, enn viðgerðirnar gera í dag.
Nýggja granskingin gevur meira vitan um tær mekanismur, sum gera krabbakyknur førar fyri at spreiða seg, og hesaferð hevur fokus verið á bróstkrabbakyknur, sum hava eitt serliga stórt tal av sonevndum HER2-reseptorum – ella nervaoddum.
Knútar í bróstinum verða altíð kannaðir fyri HER2, ti tað er nevniliga soleiðis, at ein ov stór mongd av HER2-reseptorum veksur um vandan fyri, at krabbasjúkan kemur aftur. Við at dyrka krabbakyknur við høgum tali av HER2 í serligum trídimensjonellum gelé á royndarstovu hava granskarar nú fyri fyrstu ferð fingið innlit í tær mekanismur í innaru kyknunum, sum eru orsøkin til áleypandi vøksturin.
Frágreiðingin finst í proteininum, sum kallast MZF1, har ein einstakur bólkur av kemiska evninum fosfor er avgerandi fyri, um krabbakyknurnar gerast áleypandi og spreiða seg ella ei. Um fosfor-hópurin situr á MZF1, setir hetta gongd á eina røð av signalum, sum gera krabbakyknurnar áleypandi. Situr fosfor-hópurin ikki á MZF1, spreiða krabbakyknurnar seg ikki.
Við grundarlagi í hesi gransking á royndarstovu vóna granskarar, at nýggja vitanin kann geva kvinnum við bróstkrabba eina betri viðgerð.
- Jú, meira vitan vit hava um, hvat hendir inni í krabbakyknunum, jú betri kunnu vit viðgera sjúkuna. Okkara vón er, at vit upp á longri sikt kunnu brúka hesa vitan til at peika út teir sjúklingar, sum eru í serligum vanda fyri at fáa afturstig. Síðan verður viðgerðin, sum hesir sjúklingar fáa, málrættað tilsvarandi, soleiðis at vandin fyri afturstigum verður minni.
Tað sigur bólkaleiðarin, Tuula Kallunki, sum hevur luttikið í granskingini vegna Kræftens Bekæmpelses Center for Kræftforskning. Nýggju úrslitini stava frá royndum, sum eru gjørdar á royndarstovu, men granskarar fara at halda fram við kanningunum við at kanna veruligar krabbaknútar hjá bróstkrabbasjúklingum.
Tuula Kallunki sigur, at við at kanna, um MZF1 í krabbaknútunum hevur í sær fosfor ella ei og samanbera úrslitini við, hvussu sjúkan hevur ment seg hjá sjúklingum, kunnu granskarar fáa eina mynd av, hvønn týdning mekanisman hevur í likaminum – eitt nú í mun til spreiðing og afturstig í sjúkuni.
- Í dag verða sjúklingar við HER2-positivum bróstkrabba vanliga viðgjørdir við heilivági, sum rakar HER2. Men, um komandi gransking staðfestir, at fosfor-bólkurin hevur ein sentralan týdning, kann granskingin møguliga lata upp fyri fleiri møguleikum fyri viðgerð. Talan kundi eitt nú verið um viðgerðir, sum blokera fosfor-bólkin, sigur Tuula Kallunki.
Bólkaleiðarin heldur, at nýggja vitanin partvís kann geva læknum fleiri møguleikar fyri viðgerð til sjúklingar, har krabbakyknurnar eru vorðnar mótstøðuførar yvirfyri viðgerðum, sum finnast í dag. Hugsandi er eisini, sigur Tuula Kallunki, at nýggjar viðgerðir kunnu vísa seg at gerast meira effektivar enn tær, vit kenna í dag.









