Í januar í ár lýsti Porkeris kommuna 6 grundstykkir til sølu uppi á Fløttinum, tey nevna, í Porkeri. Trý av grundstykkjunum blivu seld beinanvegin.
Og í gjár varð so byrjað uppá vegin til nýggju grundstykkini uppi á Fløttinum, og var tað Ása Holm, borgarstjóri, sum setti spakan í. BKE kemur at standa fyri at gera vegin til nýggju grundstykkini, skrivar Suðurrás.
Grundstykkini uppi á Fløttinum verða seld fyri 75 kr. fermeturin og sum nevnt, so eru 3 av teimum 6 grundstykkjunum seld.