Í fyrstu atløgu er talan um eina lutfalsliga lítla útstykking við eini átta ella nýggjum grundøkjum. Henda útstykking verður gjørd innan fyri dagstovnin Flatnagarð, og avtala er longu gjørd við HMP Consult í Havn um projektering av útstykkingini.
Stórur áhugi
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað er stórur áhugi fyri grundstykkjum í Kaldbak, og væntandi verða fleiri útstykkingar gjørdar næstu árini í bygdini.
Staðbundnu limirnir í Kaldbaksnevndini hjá Tòrshavnar Býráð hava mælt til, at kommunan arbeiðir fram ímóti, at útstykkja verður aðrastaðnis í bygdini, møguliga frá barnagarðinum og út móti sjálvari bygdini. Her hava teir serliga hugsað um støddina av bygdini, og hvussu bygdin verður meira samansjóðað, og trivnaðurin harvið betur.
Samstundis sum at nýggja útstykkingin verður gjørd, fer kommunan undir at ogna sær lendið bæði innan fyri og uttan fyri dagstovnin Flatnagarð til nýggjar útstykkingar.









