Nýggj Triumph Thunderbird

Enska motorsúkkluverksmiðjan Triumph er komin á marknaðin við eini heilt nýggjari Thunderbird.

60 ár er liðin síðan fyrsta Triumph Thunderbird varð gjørd í 1949. Thunderbird varð skjótt sera væl umtókt, eisini á amerikanska marknaðinum, har Triumph vórðu nógv nýttar sum politi-motorsúkklur.


Nú kemur so tann nýggjasta Thunderbird, sum setur nýggjan standard í klassanum. Thunderbird er í stødd og klassa millum Triumph Speedster og tað størstu Triumph Rocket lll.


Thunderbird er ein hátøknilig súkkla við eini blanding av nýggjum og retro-designi. Motorurin er ein 2-syl.(paralell-twin) við 1596 cc og 86 hk. Hon hevur 6 gir og koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,8 sekund. Bensinnýtslan er 17,1 km/l í miðal. Thunderbird hevur tað eyðkenda motorljóðið, sum Triumph eru kendir fyri.


Triumph er ein av elstu motorsúkkluverksmiðjunum í heiminum. Verksmiðjan var stovnað sum súkkluverksmiðja í 1884, og framleiðslan av motorsúkklum byrjaði í 1902.


Tað er MC-Sølan í Slættanesgøtu, sum umboðar Triumph motorsúkklurnar í Føroyum.