Hevur tú verið í økjum, har corona-virus gongur, eigur tú at halda teg innandura hjá tær sjálvum í tvær vikur eftir at tú ert komin heim.
Soleiðis ljóðar tað nýggjasta tilmælið frá danska heilsustýrinum, eftir at smittan breiðir seg alsamt.
Men tey skulu undir ongum umstøðum vitja á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, og aðrastaðni.
Eitt land, smittan breiðir seg skjótt í, er Italia, sum er eitt vældámt ferðamál og tað økir um vandan fyri at fáa smittuna hendavegin.
Tað eru serliga fýra landspartar í Norðuritalia, sum eru hart raktir, men stúrt verður fyri, at smittan fer at breiða seg.
Men hóast tilmælið er, at fólk halda seg heima við hús í tvær vikur, er tað eitt beinleiðis krav, at starvsfólk í heilsuverkinum, starvsfólk í eldraøkinum og í almannnaverkinum, skulu halda seg heima í tvær vikur, hava tey verið í teimum pørtum í Italia, sum eru serliga hart rakt.
Danska Heilsustýrið heitir samstundis á fólk, stovnar, og arbeiðspláss um at virða tilmælini í eini roynd at basa smittuni.
Og tey leggja dent á, at tey, sum føla seg sjúk, skulu ikki fara sjálvi til lækna, men tey skulu ringja til læknan.
Tey serligu vandaøkini, sum Heilsustýrið sipar til í hesum sambandi, eru Kina, alt landið sum tað er, kortini uttan Taiwan, Hong Kong og Macau. Talan er eisini um Gyeongbuk, landspartin, og storbýin, Daegu, í Suðurkorea, alt Íran, sum tað er, og fýra landspartar í Italia, nevniliga Emilia-Romagna, Lombardiet, Piemonte og Veneto. Teir eru allar í norðuritalia, og fevna um kendar býir, og vældámd ferðamál, sum Gardarvatn, Venezia, Milano, Rimini, Napoli, Parma, Torino, Bologna.
Teir bláu blettarnir eru støð, har nógv ferðafólk fara í skíferiu og fleiri av teimum eru eisini í hesum partinum í Italia, har mælt verður frá at fara.











