Tórshavnar Kommuna hevur fingið nýggj tilboð upp á busskoyringina í høvuðsstaðnum. Talan er um tvey ymisk tilboð við ávíkavist tveimum og trimum koyringum um tíman. Fyrra boðið liggur úr 15,26 milliónum krónum upp í 18.8 milliónir krónur. Seinna boðið liggur millum 19,9 og 20,7 milliónir krónur.
Tórshavnar Kommuna hevur fyrr í hesum árinum fingið tilboð um busskoyringina. MB Bussar, Gundurs Bussar og HK Bussar bjóðaðu seg fram, men talan var um tríggjar ymsar samansetingar av bussum. Býráðið setti seg ikki ført fyri at meta um tilboðini, sum vóru send aftur í nevnd og bjóðað út av nýggjum. Tilboðini vóru millum 19 og umleið 23 milliónir krónur.
Umsitingin ger beinanvegin eina stilling til teknisku nevnd, sum skal taka støðu til tilboðini og leggja eina tilráðing fyri fíggjarnevndina. Støða verður tikin í málinum komandi týsdagin, 20. juli. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu.









