Nýggj tilboð frá Maersk Air

Fyrsta mars eru 30 ár liðin, síðan Maersk Air, sum partur av Danair, byrjaði at flúgva til Føroya. Í tí sambandi fer Maersk Air at bjóða ferðaseðlar fyri sama prís, sum tá vóru galdandi

 

Flogferðsla

Maersk Air fer í vár at selja ferðaseðlar fyri sama prís, sum galdandi var á rutuni millum Føroyar og Danmark fyri 30 árum síðan.

Í samband við, at tað eru liðin 30 ár, síðan Maersk Air kom upp í rutuflúgvingina til Føroya, fer felagið undir eitt átak, har prísirnir aftur fara at lækka. Maersk Air hevur umsókn liggjandi hjá Vinnumálastýrinum um at sleppa at geva hesi tilboðini til ferðafólkini.

Keld Moesgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, sigur, at felagið hevur góðar royndir av tilboðsferðunum, felagið seldi á rutunum millum Føroyar og Danmark í fjør. Samlaða ferðafólkatalið hjá felagnum vaks við næstan 10.000 fólkum. Og tað gav felagnum eitt yvirskot á Føroyarutuni, sigur hann.

So tað er við góðum treysti, at farið verður undir aftur eitt nýtt átak í ár. Júst nær átakið byrjar, verður ikki sagt, tí enn verður bíðað eftir loyvi frá myndugleikunum til at fara undir átakið. Men Keld Moesgaard Christensen væntar, at tað bara verður ein avgreiðsluspurningur, sum hann tekur til.


Føroyska manning

Rutustjórin hjá Maersk Air sigur, at felagið fegið vil hava føroyska manning at flúgva við flogførunum hjá Maersk Air. Bæði á Føroyarutunum og eisini aðrastaðni.

Søkt hevur verið eftir fólki í Føroyum, sigur Keld Moesgaard Christensen.

Hann sigur, at ætlanin er at fáa føroyingar í starv bæði sum kabinustarvsfólk og sum flogskiparar.

Fólkini fáa møguleika at sleppa í skúla og fáa útbúgving bæði sum flogternur og flogskiparar.

Keld Moesgaard Christensen dylur ikki fyri, at umdømið hjá Maersk Air eina tíð var fallandi í Føroyum, og tað, at teir nú fara at seta føroyingar í starv, er ein liður í ætlanunum um at koma nærri føroysku ferðafólkunum.

Hann ásannar eisini, at Maersk Air eina tíð helst gjørdi í so skjótt av við at avlýsa túrar til Føroya, tí flogførini skuldu brúkast aðrastaðni.

? Tann tíðin er farin, sigur rutustjórin hjá Maersk Air. Tað kann sjálvandi henda, at flogfarið ikki fær sett seg. Men so verður bíðað eftir betri líkindum. Avlýsingarnar fara ikki at veðra, sum tær onkuntíð vóru fyrr, sigur Keld Moesgaard Christensen.