Undirvísari á skeiðnum er Pauline Skeates úr New Zealandi. Hon hevur verið her áður í líknandi ørindum, og verður søgd at vera ein livandi og vælfunderaður undirvísari.
Pauline hevur áður arbeitt innan kirkjur í heimlandi sínum og hevur havt skeið í longum kring allan knøttin.
Hetta skeiðið, sum nú verður á Viðareiði, er tað fyrsta av íalt fimm skeiðum í útbúgvingini, og sum íalt tekur trý ár. Tvey skeið verða aftur næsta ár og endað verður við tveimum teimum seinastu í 2010.
Kostnaður fyri skeiðið er 4.500 krónur, tá er matur og uppihald íroknað.
Skeiðið er bæði teoretiskt og praktiskt. Føroyskur kontaktpersónur er Hilda Viderø í Klaksvík.