Á Vágsvegi 44 skipa nakrar ungar kvinnuligar eldsálir fyri tónleikacafé í samband við Jóansøkuna, sum verður í Vági í ár.
Kreativar hendur hava sett dám á hølini, og eitt nú er íblástur komin frá donsku kult-café'ini Tjili Pop, og non-profit café'ini Retro.
Hesi kvøldini verður gestablídni í hásæti; blíðar og fryntligar vágsdamur syrgja fyri væl skonktum drykkivørum, tónleikarar úr oynni syrgja fyri gleði, gleim, nærleika og stuttleika og ikki minst tónleiki! Og veggirnir eru prýddir við listaverkum frá føroyskum listaspírum.
-Trín endiliga innar og fá eina góða jóansøku saman við okum. Barrin selur kaldar drykkivørur til ein góðan prís, og eisini er møguligt at keypa sær ein drekkamunn við nýbakaðari køku ella eina leskiliga sandwich, siga fyrireikarar.
Les meira um átakið her:
www.facebook.com/events/165153006950315/