Í The Oilwell finnur tú heimasíðurnar hjá øllum teimum útlendsku oljufeløgunum, sum vilja vera við í eini føroyskari oljuvinnu. Ætlanin við hesum er at hjálpa føroyingum tað veri seg mæmingum, lesandi, vinnulívsfólki, politikarum oø. skjótt og lætt at koma út til tey útlendsku feløgini, sum vilja vera við í menningini av oljuvinnuni í Føroyum. Útlendsk oljufeløg hava so eisini møguleika - við Internet Sosialinum sum portur til teirra heimasíður - at gera tilfar, sum beinleiðís er relaterað til Føroyar.
Í The Oilmarket finnur tú heimasíðurnar hjá teimum føroyskum feløgununum, stovnum ol. sum vilja vera við í eini komandi oljuvinnu. Ætlanin við hesum er at geva útlendskum feløgum eina skjóta og lætta atgognd til heimasíðurnar hjá føroysku aktørunum - veitarunum í eini komandi oljuvinnu. Her kann verða talan um tænastur av alskyns slag.