Tórhavnar býráð hevur nú sett hol á ætlanina at gera ein langhyl í Havn.
Fyrsta uppskot til fíggjarætlan fyri 2012 er løgd fyri Býráðið hóskvøldið og har stendur, at næsta ár skulu fimm milliónir setast av til nýggja svimjihøll.
Tey, sum vara av svimjing í Føroyum, hava leingi fýlst á, at umstøðurnar hjá svimjarunum eru alt ov vánaligar.
Eitt er, at ongin langhylur er í landinum.
Men eitt annað er, at sum heild er stórur tørvur á eini svimjihøll afturat, tí í svimjihøllin í Gundadali er so trongt nú, at har flýtur alt yvir.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað, sum ætlanin nú er at gera í Havn, er ein verulig svimjihøll við einum svimjihyli upp á 50 metrar.
Harumfamt liggur í kortunum, at í nýggju høllini skal eisini vera baðiland og vælverudepil við heitum pottum og øllum, sum har til hoyrir.
Í Gundadali
Ætlanin er, at nýggja svimjihøllin skal byggjast beint við svimjihøllina, sum longu er í Gundadali.
Í hesum sambandi liggur í kortunum, at ÍSF húsið skal takast niður.
Tilsamans er talan um eina verkætlan, sum leyðsliga mett kostar 30-40 milliónir.
Borgarstjórin sigur, at enn er ongin avgerð tikin Enn er sostatt óvist, nær nýggja svimjihøllin verður liðug, serliga tá ið hugsað verður um, at býráðsval verður aftur um eitt gott ár.
- Men nú er so ætlanin at seta skjøtul á, men um hon verður liðug í 2013, sum onkur hevur sett nøsina upp ímóti, er kortini óvist.
Hendan nýggja svimjihøllin kemur afturat høllini, sum er, so tá ið hon er liðug, verða tvær svimjihallir í Havn.
- Í hesum sambandi er ikki yvir at dylja, at vit hugsa um at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Men vit hugsa eisini um at útvega kappsvimjarunum betri sømdir. Og so hugsa vit eisini um skúlarnar í býnum, sum nú fáa munandi betri umstøður.
- Samstundis kann almenningurin so í friði og náum hava svimjihøllina, sum vit nú hava, men sum er undir alt ov stórum trýsti, sigur borgarstjórin.
Gera ordiligan golfvøll
Tórshavnar býráð slóðar nú eisini fyri, at ein ordiligur golfvøllur verður gjørdur í høvuðstaðnum.
Í fíggjarætlanini fyri næsta ár eru fimm milliónir settur av til nýggjan golfvøll.
Frammanundan eru fýra milliónir tøkar til golfvøll, so tilsamans eru nú níggju milliónir tøkar til endamálið.
Tað sigst, at ein golfvøllur kostar eina millión fyri hvørt hol, so higartil er peningur tl níggju hol.
Ein rættur golfvøllur hevur 18 hol, so enn er nakað á mál.
Ein golfvøllur er ein avgjørd treyt fyri at Føroyar kunnu fáa oyggjaleikirnar hendavegin einaferð afturat.
Men borgarstjórin vísir á, at landssstýri hevur lovað at hjálpa til at fáa oyggjaleikirnar aftyr til Foyra
- Nú er at tað lyftið í verki, sigur hann.
Eftir ætlan skal vøllurin verða á Glyvursnesi, men tað er ikki endaliga avgjørt, tí tað er eitt stórt lendi, sum Kommunan skal ogna sær til endamálið og tann spurningurin er ikki avgreiddur enn.










