KÍ er einasta felagið, sum eigur uppskot til stjørnuskot bæði í mannfólkakappingini og kvinnukappingini.
Tá ið tað á almennari samkomu á Hvonn klokkan 17 í dag verður avdúkað, hvør verður kosin ársins stjørnuskot fyri kappingarárið 2011, eru tað sambært Sosialin fríggjakvøldið fýra spælarar í mannfólkakappingini, sum hava fingið fleiri atkvøður enn nakar annar. Teir eru Álvur F. Christiansen, KÍ, Klæmint A. Olsen, NSÍ, Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur, og Dánjal á Lakjuni, ÍF.
Í kvinnukappingini eru tær, sum hava vunnið flestu atkvøðurnar; Marianna Holm Jacobsen, HB, Eyðvør Klakstein, KÍ, og Ásleyg Súnadóttir, AB.
Tað eru venjararnir, liðformenninir og ítróttartíðindafólkini, sum hava atkvøtt.