Nýggj stjórn við ?tveimum uppgávum

Hóast Lars Løkke Rasmussen fyri nøkrum fáum vikum síðani blankt avsannaði, at hann hevði nakrar ætlanir um at umskipa stjórnina, fekk Danmark í morgun ta størstu stjórnarbroytingina nakrantíð

?



- Vit hava valt tey best egnaðu til tær einstøku uppgávurnar, og eg eri sannførdur um, at stjórnin er sterkari nú, enn hon var, segði Lars Løkke Rasmussen, eftir at hann hevði verið á Amalienborg saman við sínum nýggju ráðharrum fyrrapartin.
Í kuldanum uttan fyri Amalienborg staðfesti forsætisráðharrin, at hann nú stendur á odda fyri einari nýggjari stjórn. Í hansara eygum er tað ein styrki fyri stjórnina, at hon er mannað við nýggjum og minni royndum kreftum og nøkrum garvaðum ráðharrum, og at javnstøðan millum kynini er so góð, sum til ber við 10 monnum og 9 kvinnum. Forsætisráðharrin duldi heldur ikki fyri, at hann væntar sær nógv av stjórnini, og at hon hevur tvær greiðar uppgávur.
-Hendan stjórnin skal fáa okkum ígjøgnum ta álvarssomu búskaparkreppuna, og hon skal tryggja, at Danmark framvegis hevur eina borgarliga stjórn aftan á næsta fólkatingsval, segði Lars Løkke Rasmussen.
Hann kunngjørdi samstundis, at ein frágreiðing um landsins búskaparstøðu kemur í morgin.

Fyrstu kvinnurnar
Stjórnarbroytingin í dag hevur tvær nýskapanir við sær og báðar á kvinnuøkinum.
Tá Lene Espersen fer til arbeiðis í uttanríkisráðnum, er tað fyrstu ferð, at Danmark hevur eina kvinnu í tí embætinum. Útnevningin kom tó ikki óvart á nakran, tí tað hevur leingi ljóðað, at Lene Espersen skuldi loysa floksfelagan Per Stig Møller av.
Hin nýskapanin er, at Danmark fyri fyrstu ferð hevur fingið eina kvinnu sum verjumálaráðharra. Tað er Gitte Lillelund Bech, sum loysir Søren Gade av. Søren Gade kunngjørdu í gjár, at hann hevur gjørt av at taka seg burtur úr politikki. Verjumálaráðharrin hevur rættiliga staðið fyri skotum í seinastuni, og avgerð hansara um nat taka seg aftur kom tí ikki óvart á eygleiðarar.

Harder og Pind
Tað kom óvart á fleiri danskar viðmerkjarar, at vinstramaðurin Søren Pind slapp upp í stjórnina, har hann skal umsita menningarmál. Søren Pind er kendur fyri at hava hug at ganga egnar leiðir, og hann hevur ikki altíð dansað eftir tónleikinum hjá floksleiðsluni. Undanfarni forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sett hann bás fyri floksskaðiligt virksemi, men ta áskoðanina hevur eftirmaðurin eftir øllum at døma ikki.
Ein annar Vinstra-maður, sum má sigast at hava fingið viðurkenning, er Bertel Harder. Hann hevur umsitið skúlamál, men við broytingini í dag skal hann umsita innanríkis- og heilsumál, sum er ein munandi størri uppgáva.
Sum innanríkisráðharri skal hann umsita kommunurnar, sum stríðast við stórar sparingar, og sum heilsumálaráðharri fær hann millum annað sjúkrahúsini, ið júst hava koyrt fleiri hundrað starvsfólk til hús fyri at spara.

Nýggju ráðharrarnir:
Løgmálaráðharri: Lars Barfoed, sum loysir Brian Mikkelsen av. ?Verjumálaráðharri: Gitte Lillelund Bech ístaðin fyri Søren Gade. Kenslumálaráðharri: Tina Nedergaard, sum loysir Bertel Haareder av. Matvørumálaráðharri: Henrik Høegh - loysir Evu Kjer Hansen av. Uttanríkisráðharri: Lene Espersen, sum loysir Per Stig Møller av. Mentamálaráðharri: Per Stig Møller - loysir Carinu Christensen av. Menningarmálaráðharri: Søren Pind, sum kemur ístaðin fyri Ullu Tørnæs. Heilsumálaráðharri: Bertel Haarder, sum tekur við eftir afløser Jakob Axel Nielsen. Bertel Haarder yvietekur eisini inanríkismál frá Karen Ellemann. ?Vinnu- og búskaparmálaráðharri: Brian Mikkelsen ístaðin fyri Lenu Espersen.?Skattamálaráðharri: Troels Lund Poulsen, sum loysir Kristian Jensen av.?Umhvørvismálaráðharri: Karen Ellemann, sum tekur við eftir Troels Lund Poulsen. Karen Ellemann skal eisini umsita norðurlendskt samstarv. ?Flutningsmálaráðharri: Hans Christian Schmidt - loysir Lars Barfoed av.?Vísindamálaráðharri: Charlotte Sahl-Madsen, sum tekur við eftir Helge Sander.?Almannamálaráðharri: Benedikte Kiær - loysir Karen Ellemann av.
Stjórnarbroytingin hevur við sær, at Carina Christensen, Ulla Tørnæs, Helge Sander, Eva Kjer Hansen, Jakob Axel Nielsen og Kristian Jensen fara úr stjórnini. Herumframt gevst Søren Gade sum verjumálaráðharri eftir egnum ynski. Hann hevur valt at taka seg burtur úr politikki.