Skiftisráðið í Libya hevur skipað nýggja stjórn, og sum skilst kom avgerðin óvart á altjóða eygleiðarar. Reuters skrivar, at fleiri av teimum týdningarmestu ráðharrunum eru lutfalsliga ókend fólk, hóast Libya hevur fleiri diplomatar við drúgvum royndum. Hinvegin umboðar stjórnin nógvar ymsar bólkar í samfelagnum, og tað er helst gjørt fyri at forða fyri misnøgd og ófriði.
-Alt Libya er umboðað í stjórnini, sigur Abdurrahim el-Keib (myndin), sum er forsætisráðharri.
Altjóða eygleiðarar høvdu væntað, at libyski varasendimaðurin í ST, Ibrahim Dabbashi, bleiv uttanríkisráðharri, tí hann hevur drúgvar royndir og er ein virdur diplomatur. Men starvið sum uttanríkisráðharri er latið einum lutfalsliga ókendum diplomati, sum eitur Ashour bin Hayal.