Nýggi forsætisráðharrin í Egyptalandi, Hazem el-Beblawi, sigur seg vera kláran at kunngera eina nýggja stjórn í landinum fyrst í næstu viku.
Eg vænti, at vit eru komin á mál við at skipa eina skiftisstjórn beint eftir vikuskiftið, sigur Beblawi við Reuters-tíðindastovuna.
Almennir fjølmiðlar í Egyptalandi siga, at hann millum annað fer at geva islamistiskum politikarum úr bæði Muslimska Bróðurskapinum og salafistiskia Nour-flokkinum tilboð um ráðharrasessir.
Hazem el-Beblawi er liberalur búskaparfrøðingur, sum sat sum fíggjarmálaráðharri í nakrar mánaðir, eftir at stýri hjá einaræðisharranum, Hosni Mubarak, varð rikið frá valdinum í 2011.