Fótbólturin, hondbólturin og flogbólturin hava seinastu árini skipað fyri endatiltøkum, og nú bjóðar Talvsamband Føroya til endatiltak á talvárinum. Tiltakið verður á Gjáargarði við Gjógv annan leygardag.
Á skránni er steypakapping fyri lið. Kappingin fevnir um níggju umfør. Seks telvarar verða á hvørjum liðnum, og umhugsunartíðin verður eitt korter fyri hvønn telvaran. Tað vil við øðrum orðum siga, at hvørt talvið verður ein hálvan tíma. Talvsambandið sigur, at smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF, og at feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.
Tiltakið verður leygardagin 5. mai klokkan 11.