HANNOVER: Tá tíðindafundurin hjá føroyska landsliðnum varð settur í Celle, beint uttan fyri sjálvan býin Hannnover, var tað fótbóltsbossurin, Dánjal Andreasen, sum legði fyri við prátinum. Orsøkin til hetta var, at hann vildi boða frá, at FSF og Atlantic Airways høvdu gjørt av at leingja stuðulsavtaluna, soleiðis at flogfelagið framhaldandi er høvuðssuðul hjá landsliðnum.
- Hetta var ein dýr undirskrift, tók Magni Arge til, tá hann skrivaði undir sáttmálan, men hann vildi tó einki siga um, hvussu dýr hon var, og hvønn av pørtunum hon var dýr fyri, men báðir partar tóktust tó nøgdir um hetta.
Víðari segði Magni Arge, at hann fegnaðist um, at Atlantic á hendan hátt kann vera við til at stuðla fótbóltslandsliðnum. Nakað sum flogfelagið annars hevur gjørt í sjey ár, og sum teir soleiðis framhaldandi gera til endan av hesi undankappingini.
- Tað er eingin ivi um, at fótbóltslandsliðið er so nógv tann størsti eksponenturin fyri Føroyar. Lutakastið hesa ferð hevur eisini givið okkum møguleika at koma inn á størsta ferðavinnumarknaðin í Europa, og vónandi kann hetta gerast eitt gjøgnumbrot hjá føroysku ferðavinnuni, segði høvuðsstuðulin, áðrenn hann aftur lat tíðindafólkini sleppa at spyrja Henrik Larsen um, hvussu hansara vónir vóru til dystin móti Týsklandi.