Nýggj skuldseting ímóti Strauss-Kahn

Í Fraklandi er løgreglan farin undir at kanna eina nýggja skuldseting ímóti fyrrverandi stjóranum í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn.

Tann nýggja skuldsetingin hevur sín uppruna í einari størri skøkjugølu, sum løgreglan í býnum Lille hevur kannað í longri tíð. Í hesum viðfangi hevur ein belgisk kvinna sagt fyri løgregluni, at Strauss-Kahn neyðtók hana á einum hotelli í Washington í 2010, meðan ein annar maður helt henni.

Dominique Strauss-Kahn benægter vísir øllum skuldsetingum aftur.

Fyri einum árið varð Strauss-Kahn tikin í New York og skuldsettur fyri at hava roynt at neyðtaka eina kvinnu, sum arbeiddi á hotellinum, sum hann búði á. Men amerikanska løgreglan slepti málinum, tí ivi var um trúvirðið hjá kvinnuni.