Jan Allan Müller sýndi í dag fram eina skrúva, sum skal gera tað møguligt at spara minst 10% í olju Ætlanin er at geva skrúvuni fleiri snúningar, uttan harvið at økja um oljunýtsluna. Hetta skal gerast á tann hátt, at tú fær gjøgnumstreym gjøgnum skrúvuna, har tú hevur eina øking av vatnferðini soleiðis, at tá vatnið kemur út úr skrúvuni, ger tað eitt trýst motsattan veg, sigur Jan Allan Müller.
Saman um tikið verður talan um eina effektivari skrúvu og eina orkusparing.
Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at skalaroyndir nú verða gjørdar í muninum 1:1 til testingar.
Tølini higartil vísa eina sparing upp á 10% og uppeftir.