Nýggj skipan krevur "commitment"

- Tá øll vinnan er ímóti, fer hetta at seta nakrar avmarkingar fyri, hvussu royndin fer at eydnast, ásannar Johnny í Grótinum.

Í arbeiðssetninginum hjá bólkinum, sum arbeiðir við eini nýskipan av føroysku fiskivinnuni, er ásett, at tað skulu verða tíðaravmarkaði brúksrættindi á fiskiloyvum og fiskirættindum.

 

Á fiskivinnufundinum í Løkshøll í Runavík í vikuni kom fra, at av tí, at so langt er útliðið, og uppsøgdu fiskiloyvini skjótt ganga út, skal gerast ein skiftisskipan, har verandi loyvishavarar av rættindum skulu fáa tíð at laga seg til broyttu fyritreytirnar og eina broytta skipan.

 

KvF, sum fylgdi fundinum í Løkshøll, vísir á, at arbeiðssetningurin hjá nevndini er, at alt tilfeingið skal seljast á einum marknaði ella á einum uppboði, men í Løkshøll vóru nógvar kritiskar røddir um hetta.

 

- Eingin fiskimaður, eingin reiðari og einki manningarfelag tekur undir við uppboðssølu av veiðirættindum. Eisini varð víst á, at royndirnar av uppboðssølu aðrastaðni eru steðgaðar.

 

Á fundinum í Løkshøll varð Johnny í Grótinum, formaður í nýskipanarnevndini, sum skal gera tilmæli til politisku skipanina, beinleiðis spurdur, um hann væntar, at royndirnar av uppboðssølu her heima fara at eydnast.

 

Johnny í Grótinum sigur í samrøðu við KvF, at ein slík roynd av einari fiskivinnuskipan krevur eitt ávíst "commitment" frá teimum, sum skulu luttaka í hesum.

 

Men, tá nú øll vinnan er ímóti einari uppboðssølu av veiðirættindum - hvørji metir tú tá sannlíkindini vera fyri, at royndin fer at eydnast?

 

Til henda spurning frá KvF sigur Johnny í Grótinum, at tað verður tann politiska skipanin, sum á ein ella annan hátt noyðist at gera upp við seg sjálva um hetta.

 

- Eg kann bara sum fakpersónur siga, at hetta vil seta nakrar avmarkingar fyri, hvussu royndin fer at eydnast.

 

Formaðurin í nýskipanarnevndini vísir á, at ein treyt fyri, at ein marknaðargrundað skipan kann eydnast, er, at tað er onkur, sum fer at kappast um tilfeingið.

 

- Treytin er, at teir aktørar, sum eru í vinnuni, taka ímóti skipanini og verða virknir á marknaðinum, tá uppboðssølan av rættindum verður, sigur Johnny í Grótinum.