Solstrand-skipasmiðjan í Tomrefjord í Noregi hevur skrivað undir sáttmála við eitt íslendskt reiðarí um at byggja tveir frystitrolarar, skrivar Sunnmørsposten.
Trolararnir verða 70 metrar langir og hava manningarrúm til 32 fólk. Tann fyrri skal latast reiðarínum á Siglufirði í november næsta ár og tann seinni í apríl í 2009. Íslendska reiðaríið hevur seks skip frammanundan. Einki verður sagt um, hvat teir báðir trolararnir fara at kosta, men Sunnmørsposten skrivar, at hetta er tann størsti einstaki sáttmálin, sum Solstrand-skipasmiðjan nakrantíð hevur gjørt.
Tey flestu skipini, sum verða bygd á norskum skipasmiðjum, hava samband við oljuvinnuna, og á Solstrand-skipasmiðjuni siga tey seg vera sera fegin um at sleppa at byggja teir báðar trolararnar til Íslands.