Nýggj skip í sigling

Faroe Ship hevur langtíðarleiga ein nýggjan Lóm og ein nýggjan Blik og teir báðir, sum vit eru von at síggja kring landið, fara nú í søguna Faroe Ship spennir seg út og nú hava tey langtíðarleiga tvey nýggj og stór bingjuskip, sum verða sett í sigling nú á nýggjárinum.

Talan er um tvey stór skip, sum hvørt tekur 700 bingjur upp á 20 føtur og tað fyrra av teimum verður at síggja í Havnini á fyrsta sinni fyrst í næstu viku.

Johanna á Bergi, stjóri, sigur, at eftir tíðarætlanini hjá teimum, høvdu tey rætt og slætt ikki stundir at bíða eftir at byggja nýggj skip, so ístaðin eru tey langtíðarleigað.

Skipsnøvnini Blikur og Lómur eru søgulig nøvn hjá Faroe Ship, sum fyrr nevndist Skipafelagið og hesi nýggju skipini hava eisini fingið navnið Blikur og Lómur. Hetta verður sostatt 3. Lómurin hjá felagnum og tann 5. Blikurin.

Saman við Godafossi, Dettifossi og einum plattaskipi, fara Blikur og Lómur at røkja nýggju

siglingarætlanina hjá Faroe Ship frá ársskiftinum.

Nýggi Lómur og nýggi Blikur fara at røkja siglingina til/frá Tórshavn, Immingham, Århus, Goteborg,

Fredrikstad, Reykjavík og Reyðarfirði.

Godafoss og Dettifoss fara at røkja siglingina til/frá Tórshavn, Rotterdam, Hamburg, Århus,

Reykjavík, Grundartanga.

Gamli Blikur fer at røkja siglingina millum Føroyar og Scrabster til annað skip kemur í februar.

Annars eru Lómur og Blikur, sum nú hava verið regluligir gestir í føroyskum havnum kring landið í mong ár, eru seldir til Danmarkar. Gamli Lómur er farin sín síðsta túr úr Føroyum fríggjadagin og gamli Blikur fer sín seinasta túr fyrst í februar