Nýggj skip og útlendingalóg skulu betra gongdina

Við nýggjum skipum og nýggjari útlendingalóg verður Faroe Seafood betur ført fyri at lata vørur til sínar kundar. - Bæði vantandi rávørugrundarlag og tøvd arbeiðsmegi hava verið orsøkir til, at vit ikki kunnu halda sáttmálarnar við okkara kundar. Nú vit hava fingið átta skip, samstundis sum útlendingalógin er komin, skuldi verið møguligt at fingið eina nógv betur trygd fyri, at kundin fær vøruna, sigur Meinhard Jacobsen við blaðið Vinnuvitan.

Hann sigur, at tað hevur havt ávirkan á raksturin hjá Faroe Seafood, at felagið ikki hevur havt eina nóg støðuga framleiðslu.

- Slíkar støður gera, at vit koma í aðru røð, tí nógvir bjóða seg fram. Tað ávirkar so aftur prísin, sum ístaðin fyri at vera frá miðal og uppeftir, fer frá miðal og niðureftir, og í ávísum førum hava vit eisini mist kundar av hesum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood, við blaðið.