Mikudagin gevur Føroya Skúlabókagrunnur út nýggja lesibók til 1. flokk. Hon nevnist ?Hervør og Høgni í skúla?.
Henda nýggja bókin er ein stórhending í føroyska skúlaverkinum. Tað er nevniliga ikki á hvørjum degi, at vit fáa eina lesibók á móðurmálinum.
Tað er Hjørdis Heindriksdóttir, ið hevur skrivað bókina. Hon er fólkaskúlalærari. Listamaðurin Olivur við Neyst, sum hevur myndprýtt.
Høvuðsinnihaldið er føroyska umhvørvið og gerandisdagurin, og tí fara børnini at kenna seg aftur í tí, tey lesa. Útgevararnir siga, at stórt arbeiði er lagt í, at bókin kann nýtast til tey mongu og ymisku háttaløgini í undirvísingini.
Saman við lesibókini eru lærarabók, arbeiðsbók, bókstavakort í A-4 stødd. Lærarin hevur tískil fingið heildartilfar, sum kann nøkta øll krøv, ið verða sett undirvísingini.