Í juli mánaða var ein opin casting til leiklutin sum daman hjá Ron Weasley, Lavender Brown, í nýggja Harry Potter filminum. Nú er avgjørt, at 20-ára gamla Jessie Cave fær leiklutin.
Sera nógvar gentir vóru møttar upp til casting til tað nakað troyttandi Lavender Brown. Nú verður hetta altso Jessie, ið longu hevur royndir innan sjónvarps- og filmheimin.
Jessie er kend frá bretskum barnasjónvarpi og tí komandi filminum ?Inkheart?, har hon spælir saman við Oscar-vinnaranum Helen Mirren.