Líkt er til, at vit aftur fáa ísframleiðslu í Føroyum skjótt. Fóm hevur flutt ísframleiðsluna til Íslands, men nú er eitt nýtt partafelag stovnað, sum skal fáast við ísframleiðslu, sambært Business-Line.
Talan er um smápartafelagið Ís, sum Malan og Kenneth Nelann Ellefsen hava stovnað, og sum skal fáast við ísframleiðslu, køku- og breyðframleiðslu til sølu í egnari kafé.
Ein hópur av nýggjum partafeløgum vóru at síggja í vinnuskránni í farnu viku, skrivar Business-Line.
Sp/f Palli hjá Mariannu Holding, sum varð stovnað í seinasta mánað, er nú kloyvt sundur í fýra partar.
Tað vóru eigararnir Kristian Martin Klein Rasmussen, Eyðun Rasmussen, Bogi Rasmussen og Jón Rasmussen, sum stovnaðu felagið 25. juni. Nú er tað kloyvt sundur í fýra, og eru teir fýra stjórar í hvør sínum holdingfelag, sum hevur ein partapening á 130.000 krónur hvørt.
Kokkurin Ruben Busk hevur eisini stovnað eitt partafelag, sp/f Matsmiðjan Streetfood, sum skal reka matstovu- og cateringvirksemi.
Fleiri onnur partafeløg eru eisini skrásett, umframt at okkurt stjóraskifti eisini hevur verið.
Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.