Valdysturin millum Hillary Clinton og Donald Trump er mettur at vera ein tann harðasti í amerikanskari søgu. í Tíðindaumrøðuni var jú dagliga skuldsetingar, sum flugu millum partarnar.
Í næstum verður stríðið eisini ein partur av sjónvarpsheiminum, tí tað eru fleiri sjónvarpsrøðir ávegis um júst seinasta forsetavalstríð.
Tom Hanks, kendur amerikanskur sjónleikari, fer at gera eina stuttsendirøð til HBO, skriva útlendskir miðlar.
HBO stjórin Len Amato sigur í tíðindaskrivi, at sendirøðin verður ein góð ímynd av tí mest áhugaverda og merkisverda, sum er hent í modernaðum amerikanskum politikki. Hann vil tó ikki siga, hvør skal spæla leiklutirnar sum Donald Trump og Hillary Clinton.
HBO er tó ikki einasti sjónvarpsmiðilin, sum hevur fingið hugskotið at gera sendirøð burturúr valdystinum. Tí manuskribtskrivarin Mark Boal og framleiðarin Megan Ellison eru farin saman um eina sendirøð við sama evni, sum skal vera í millum 8 og 10 tímar long. Heldur ikki her eru upplýsingar um, hvør skal spæla leiklutirnar sum Trump og Clinton.