Nýggj sendirøð á Rás2

Mánamorgunin fer nýggj sendirøð í luftina á Rás2. Røðin snýr seg um hendingar, støð, persónar og viðurskifti, sum hevur við Føroyar at gera Hvat hava Lágtrýst fyrr og nú, Guttorm í Múla, Livurhøgg, Svartideyði, Amtmanshúsini, Sjóverk, Gold Star og blá bók, Kórsangur á Toftum, Mikkjal í Lamba, Kvívíks Jógvan og Ólavur á Heygum til felags?

Jú, øll hesi evnini eru partur av eini nýggjari útvarpssendirøð á Rás2 undir heitinum, »Føroyar mítt land«, sum fyrstu ferð fer í luftina mánamorgunin klokkan átta. Talan er um heilt stuttar sendingar upp fimm minuttir, sum eisini verða sendar klokkan níggju um morgunin og klokkan 10 og 11 um kvøldið. Sent verður hvønn gerandisdag í vikuni.

Tað er kendi útvarpsmaðurin ígjøgnum ein hálvan mansaldur, Janus Mohr, ið eigur hugskotið, og sum samskipar sendingarnar. Tær verða skipaðar soleiðis, at ein persónur fær ella sjálvur kemur við einum evni, sum viðkomandi hugleiðir um. Onki mark er fyri, hvat evnið kann vera, bara tað hevur nakað við Føroyar at gera.

- Eg hugsaði, at hetta átti at vera ein sera vælegnaður leistur at gera sendingar eftir her hjá okkum, sigur Janus Mohr, sum longu hevur hugskot til eini 200 sendingar, harav ein fjórðingur er avtalaðar við ymisk fólk at gera.

Janus Mohr, ið sjálvur hevur gjørt fleiri av sendingunum, leggur dent á, at hann fegin vil hava samband við fólk, sum hava hugskot til evni at taka upp. Hann vísir á, at tað stórt sæð onki mark er fyri, hvat sendingarnar kunnu snúgva seg um. Bara talan er um hendingar, støð, persónar ella viðurskifti, sum hava við Føroyar at gera.