Avtalan varð undirskrivað klokkan 4:30 í morgun.
Tá flokkarnir fóru at samráðast á midnátt, var Framsókn eisini við í samráðingunum, men Men sum skilst valdi Framsókn at fara úr samráðingunum fyri fyrst.
Sambandsflokkurin pg Javnaðarflokkurin skriva soleiðis í fráboðanini:
»Komandi fýra árini leggur samgongan høvuðsdent á at arbeiða við hesum málum:
· Bústaðartroti
· Dagstovna- og serøki
· Eldráøki
· Orka og umhvørvi
· Mentan
· Integratión
· Góðar karmar til vinnulívið
· Betri karmar til ítróttar- og frítíðarvirksemi
· Betri karmar til listarligt virksemi
Hetta vilja vit gera við einum skynsamum fíggjarpolitikki og við øktum gjøgnumskygni.
Býráðið skal vera fyri borgaran, og samgongan ynskir eitt breitt samstarv, so at allir býráðslimir kunnu luttaka í at betra kommununa fram á leið, tí hetta er tað, sum øll tey fólkavaldu ynskja.
Kommunan veksur, og allir borgarar, oyggjar og bygdir eru ein sjálvsagdur partur av kommununi.
Avtalað er, at Javnaðarflokkurin fær borgarstjóran og Sambandsflokkurin fær varaborgarstjóran.
Komandi dagarnar verður eitt meira útgreinað samgonguskjal orðað.«
Skrivað undir avtaluna hava:
Heðin Mortensen
Annfinn Brekkstein
Tróndur Sigurðsson
Kristianna Winther Poulsen
Kári Johansen
Súna Mørk
Bjørg Dam
##med2##












