Nýggj samgonga er skipað í Grønlandi

Kim Kielsen heldur fram sum formaður í landsstýrinum, sum hevur 16 av 31 tingmonnum aftanfyri seg

Seinnapartin boðaði Kim Kielsen, formaður í Siumut, frá, at nýggj samgonga er skipað í Grønlandi. Talan er um fýra flokka samgongu, sum hevur sekstan av 31 tingmonnum aftanfyri seg. Harvið er meirilutin so tepur, sum tað ber til at vera.

Kim Kielsen verður landsstýrisformaður. Saman við flokki hansara, Siumut, eru tríggir aðrir flokkar í samgonguni.

Ein er Parti Naleraq. Stovnari og formaður í flokkinum er Hans Enoksen, sum í síni tíð var formaður í Siumut og eitt skifti landsstýrisformaður, áðrenn hann fór úr flokkinum og stovnaði nýggja flokkin. Hans Enoksen verður formaður í landstinginum, Inatsisartut. Hann avloysir Lars Emil Johansen, sum var formaður í síðsta valskeiði og ikki stillaði uppaftur.

Triði flokkurin er Atassut, og fjórði flokkurin er Samarbejdspartiet.

 

Í andstøðu eru IA, sum er næststørsti flokkur í tinginum, borgarligu Demokratarnir, sum høvdu stóra framgongd á valinum, og Nunatta Qitornai. Hesir tríggir flokkarnir eiga tilsaman fimtan tingmenn.

 

Síðsta valskeið vóru Siumut og IA í breiðari samgongu. Valið varð útskrivað, tí flokkarnir vóru ósamdir um nýggja fiskivinnulóggávu. Inntil í gjár vóru teir í samráðingum um at skipa landsstýri, men samráðingarnar slitnaðu, tí flokkarnir ikki kundu semjast um nýggja fiskivinnulóggávu.

 

Tingmannabýtið: Siumut (9), IA (8), Demokratarnir (6), Partii Naleraq (4), Atassut (2), Nunatta Qitornai (1) og Samarbejdspartiet (1).