Vánaliga veðrið í Danmark nú upp undir nýggjárið hevur merkt, at lítið av nýveiddum toski er komin upp á land. Hetta merkir fyri danir, at teir noyðast at gjalda ein nógv hægri prís fyri fiskin enn vanligt.
- Vit hava selt tosk fyri heilt upp í 84 krónur fyri kilo. Tað er umleið tað tvífalda av tí, sum fiskurin kostar eitt vanligt ár, sigur uppboðssøluhaldarin á marknaðinum í Hanstholm, Jes Holm Sørensen, við P4 Midt & Vest.
Hann vísir á, at illfýsnað veðrið millum jóla og nýggjárs hevur gjørt tað ómøguligt hjá útróðrarmonnunum at fiska, og tað eru teir, sum vanliga koma við tí daggamla fiskinum.
- Tað er serliga daggamla útróðrarfiskin, sum fólk ynskja sær sum nýggjárstosk, sigur uppboðssøluhaldarin.
Hann leggur aftrat, at teir útróðrarmenn, sum eru slopnir til útróðrar og hava fingið nakrar fiskar, hava eisini fingið rættiliga góðan prís fyri sína veiði.
- Í tveir dagar skulu 48 tons av toski seljast á uppboðssølu í Hanstholm. Hetta ljóðar kanska ikki av so lítlum, men vit kundu saktans tikið ímóti og selt eini 200-300 tons, sigur Jes Holm Sørensen.










