Nýggjárstiltak á Hálsi

Á nýggjárinum verður enn eitt samkirkjuligt ungdómstiltak í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Ungdómar, sum umboða tær ymisku samkomurnar í Tórshavn, skipa aftur í ár fyri tiltaki á nýggjárinum saman.

Hetta hevur verið í fleiri ár á rað, og væl dámdi tátturin verður tikin upp aftur enn eina ferð.

Barbara Jakobsen, sum er partur av TUN nevndini (tvørkirkjuliga ungdómsnevndin), fyriskipar tiltakið saman við nevndini.

Hon heldur tað vera stuttligt og týdningarmikið, at samkomurnar, sum eru Kristi likam, kunnu standa saman um at byrja árið við einum slíkum tiltaki.

- Við hesum tiltakinum kunnu samkomurnar leggja upp til eitt nýtt ár, við góðum samstarvi, sigur Barbara Jakobsen.

Tiltakið er 1. januar klokkan 01.00 í Høllini á Hálsi, har nógv ymiskt verður á skránni.