Nýggjárssangløta í Siloa sunnukvøldið

Í annaðkvøld verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og framførslum í Siloa í Fuglafirði

 

Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 7. január klokkan 18, verður ein serlig nýggjárs-sangløta við felagssangi og nøkrum framførslum í Siloa í Fuglafirði.

 

Sungið verður úr nýggju sangbókini. Dentur verður lagdur á sangir, sum á onkran hátt endurspegla ársskiftið.

Umframt nógvan felagssang fara Maria á Lakjuni, Sólja Hansen, Barnakórið og Bárður á Lakjuni at syngja. Aftaná verður drekkamuður á skránni.