Nýggjársrøða í Sandavági

Jónleyg á Løgmansbø fer at halda røðu á nýggjárshaldi í SÍF-húsinum í Sandavági klokkan 00.45 í annaðkvøld.

Agnar Falkvard Joensen og Sigfríð Olsen fara at syngja og spæla fyri til felagssang, og Jórunn Gudmundsen fer at framføra nøkur løg.

Eftir nýggjársrøðuna hjá Jónleyg á Løgmansbø verður høvi bæði hjá børnum og vaksnum at fara uppá gólv, og eitt nú verða "Burtur á heiði" og "Seyðamaðurin á Sondum" kvøðin.

- Vónandi fer tað at eydnast at savna nógv fólk til hugna í SÍF-húsinum eftir midnátt í annaðkvøld, verður sagt úr Sandavági.