Nýggjársmálrøkt

Ikki: nýttár, fakkil, heksahyl (danskt y), fløti og húggeligt/húgga,
men: nýggjár/nýár, kyndil, heksaýl, rómi og hugnaligt/hugna!

Eyðun á Borg

Nýggjár, ikki nýttár!
Nýár, nýval, ikki nýttár, nýttval (í einum orði)! Nýársynski?!?
Kyndil, ikki fakkil! Í útvarpskunngerð varð sagt: Faklarnir til kyndlagonguna...! Ja, mangt er! Man talan vera um útlendska ávirkan?
Heksaýl, ikki heksahyl! Er tað so ringt at siga eitt ýl? Vit kundu kanska eisini sagt: gívragníst ella gívragneggj!?!
Rómi og hugni, ikki fløti og húgga! Tað er ikki húggeligt at húgga sær við øllum hesum fløtanum á nýttárinum!!?!
Á Borg á Argjum millum jólanna 2005
Gott ný(ggj)ár!