Sofus Johannesen, sum er kendur úr bygdaráðsarbeiði, hevur hildið nýggjár við Gjógv.
- Her er ikki nógv fólk, men vit í bygdarfelagnum plaga at útvega okkum ræst kjøt, og so bjóða vit øllum bygdarfólkunum til ræst kjøt og súpan í bygdarhúsinum umleið klokkan 20 nýggjársaftan.
Hann sigur, at klokkan 23.15 verður farið í kirkju, og eftir kirkjugongdina verður fýrverk skotið, og bygdarfólkið hugnar sær saman.
Sjálvur hevur Sofus Johannesen brúkt dagarnar millum jól og nýggjár til at selja fýrverk fyri EB/Streym, og tá so sølan letur aftur nýggjársaftan, plagar hann at keypa nakað av tí, íð tá er eftir.
- Oftast verður tað til onkrar størri rakettir og onkur størri battaríir. Eg tími ikki so væl at skjóta fýrverk, so eg velji heldur at hava færri og størri fýrverk, sigur hann.
Spurdur, hvørja serstaka hending hann gleðist yvir í árinum, sum nú er farið, sigur hann, at hann ikki kemur í tankar um nakra so serstaka hending.
- Men, eg gleðist yvir at hava tað gott, og at míni nærmastu eisini hava tað gott. Heilsan er tað týdningarmesta, men tað hugsa vit tíverri ikki so nógv um, fyrr enn okkurt hóttafall kemur.
Annars gleðist hann um, at EB/Streymur vann 1. deild í ár og sostatt aftur spælir í Effo-deildini komandi kappingarár.
Kemur Sofus Johannesen í tankar um onkra keðiliga hending í undanfarna ári?
- Tá ein, tú kennir væl, brádliga fær álvarsliga sjúku og kanska verður tikin hiðani alt ov tíðliga, fært tú ein skelk. Tað hendir tíverri alt ov ofta - og eisini í undan farna ári. 5.
Sofus Johannesen sigur, at hann gevur ikki nýggjárslyfti, tí tey eru dømd at miseydnast, sum hann tekur til.
- Men, nú eg frá nýggjárinum ikki longur eri kommunustýrislimur eftir ár 28 ár, skal eg finna okkurt annað at brúka ta tíðina til. Rokni við, at tað verður til meira tíð til judo, EB/Streym og tiltøk her við Gjógv, sigur Sofus Johannesen.