Nýggjárslegan hevur verið hildin í nógv ár nú, og undirtøkan hevur verið sera góð.
Í ár verða bíbliutímarnir nakað øðrvísi í mun til undanfarin ár. Undirvísararnir fara at greina ein sang úr Heimamissiónsangbókini í part. Ivaleyst verða hesir sangir sungnir ofta, og møguliga verða teir útsettir øðrvísi við nýggjum lag og øðrum ljóðførum.
Tey, ið koma at hava hesar sang-bíbliutímarnar verða Elsa í Garði úr Havn, Vagn Foldbo úr Leirvík og Bogi Olsen av Glyvrum.
Um tit vilja lesa meira um leguna og síggja skránna, kunnu tit fara inn á heimasíðuna hjá heimamissiónini www.mission.fo. Har ber eisini til at tekna seg til leguna.
Kelda: www.mission.fo