Nýggjárskonsertin og kvinnurnar

Nú eru bert tríggir mánaðir, til árliga nýggjárskonsertin verður framførd. Havi altíð roynt at vissa mær atgongumerki til hesa megnar konsert.

Tað sum undrar meg stórliga er, at tað altíð eru menn, sum eru frásøgumenn til hesar konsertir, ja summir hava verið frásøgumenn fleiri ferðir. Eg spyrji tí: eru tað ongar kvinnur í landinum, sum kunnu brúkast sum frásøgukvinnur??

Í hesum døgum verður nógv skrivað og tosað um Demokratia, at fáa fleiri kvinnur við í politikk, um javnstøðu o.s.fr., so hví ikki hava eina frásøgukvinnu, til næstu nýggjárskonsert?