Klaksvík:
Hóskvøldið 30. desember kl. 20.00 verður ein hugnalig og fjølbroytt nýggjárskonsert í Atlantis.
Tey, sum fara at syngja, vera Arnfríð Lútzen, Ingibjørg Hansen, sum fyri stuttum gjørdist vinnari av Nósa Barna Prix 2004, Karl Martin Samuelsen, Mása Tróndheim, Pætur við Keldu og Steinvør Fonn. Saman við teimum verður eitt felags orkestur, ið er mannað av Magna Husgaard, tangentar; Mikkjal Hvannastein, guitar; Agnar Lamhauge, bass; Jens Paula Joensen og Poul á Dul Olsen, percussion; og Høgna Klakkstein, trummur. Frásøgumaður verður Gunnar Nolsøe.
Á skránni verður tónleikur, vit kenna frá nøvnum sum eitt nú Belinda Carlisle, Bon Jovi, Patsy Cline, Eagles, Roy Orbison, Sting og sjálvandi verður ongin nýggjárskonsert uttan Happy New Year hjá Abba.
Talan verður sostatt ikki um eina villa rockkonsert, men heldur eina hugnaliga og fjølbroytta konsert við góðum og heldur spakligum poptónleiki.
Atgongumerki á 100 kr. fáast í forsølu á Shellstøðini í Klaksvík ella í Atlantis hálvan tíma undan filmssýningum.