Nýggjársheilsan frá Ferðavinnuni í Norðoyggjum

Felagið Ferðavinnan í Norðoyggjum vil fyrst ynskja øllum Føroya fólki eitt av Harranum signað nýggjár við tøkk fyri alt í farna ári.

 

Lítandi aftur um bak, er tað nokk gott at greiða eitt sindur frá um byrjan felagsins.

Ferðavinnan í Norðoyggjum var stovnað 12-04-1994 í Klaksvík, og í fyrstu nevnd felagsins vóru vald:

John B. Hansen, formaður

Veronika Petersen, næstformaður

Tróndur Fuglø, kassameistari

Emma Heinesen og Gerda Arge, tiltakslimir.

Primusmotor vóru tær báðar, ferðaleiðarnir, Súsanna Olsen og Emma Heinesen. Eftir stovnan felagsins vóru tær báðar bodnar á fund við táverandi borgarstjóran í Klaksvíkar Kommunu Jógvan við Keldu. Á skránni var evnið Ferðavinnan í Norðoyggjum. Borgarstjórin bjóðaði ferðavinnuni at nýta partar av býráðshøllini til Kunningarstovu. Hetta var eitt sera gott tilboð, sum var móttikið við tøkk.

F.I.N. byrjaði sítt virki tá, og skjótt var Norðoya Kunningarstova ein veruleiki.

Felagið fekk nakað av stuðul frá Klaksvíkar Kommunu, umframt hølið, men at byrja við var ongin stuðul latin hesum stovni frá Ferðaráð Føroyar.

F.I.N. og N.K. høvdu eitt ógvuliga gott samstarv við leiðarnar av hinum feløgunum runt i landinum, og var tað serliga spennandi og mennandi at samstarva við Ingigerð á Trøðni, Kunningarstovan í Tórshavn, Peter Martin Petersen, Kunningarstovan í Fuglafirði, og Poula Strøm, Suðuroy, Niels í

Vágum og Àlvur í Eysturoy.

F.Í.N. royndi at skipa fyri tiltøkum, ið kundu fíggja virksemið Norðoya Kunningarstovu, líka frá Føroyakvøldum við Norðoya Dansifelag og Fornminnafelagið. F.Í.N. skipaði eisini fyri útferðum og einkultum gongutúrum, Bingo og útleigan av summarhúsum og íbúðum.

Emma Heinesen var settur leiðari av Norðoya Kunningarstovu og fekk hon hjálp av formanni felagsins.

Tað koyrdi ógvuliga tungt fíggjarliga, og eina tíð starvaðust bæði leiðari og formaður í N.K. fyri so at siga onga løn. Tey skiftust at arbeiða aðru hvørja viku. Lønin var umleið 1/3 av vanligari arbeiðaraløn.

Í 1995 frættist, at Landsverkfrøðingurin hevði keypt nøkur hús/skúrar, sum hann vildi selja.

Vit keypti 6 stk. Hetta keyp var so fíggja við láni, og tað gekk.

Húsini stóðu omanfyri Kvívík, og F.Í.N. fekk tey transporterað til Klaksvíkar víð Smyril.

F.I.N. hevði gjørt eina leigusáttmála við Føroya Jarðarráð um eitt lendi, sum Karl Heri Joensen, bóndi, hevði havt eitt vakstrarhús á, Úti í Grøv. Ferðaráð Føroyar vístu okkara projekti um tjaldpláss úti í tað náttúru vakra Grøv, stóran áhuga. Tað var sjálvsagt, at stuðul skuldi ikki mangla, hvørki frá grunnum ella stovnum undir Føroya Landsstýri.

Ja, sjálvt Ùtvarp Føroya var her norðuri og hugdi at økinum og gjørdi eina samrøðu við formannin

Í F.I.N. Alt sá ljósareytt út, men ak, tað vístu seg heilt skjótt, at taðvóru hópin av forðingum, um tað ið stuðlast skuldi lá uttanfyri Tórshavn. Vit fingu ikki eitt oyra í stuðul.

Bygningarnir, sum nú stóðu á betonfundamentum á tjaldplássinum, byrjaðu at forfalla. Okkara lokali arkitektur, Tróndur Fuglø, teknaði eitt ógvuliga vakurt tjaldingarumhvørvi, men vegna okkara peningatrot mátti tað bíða.

Vit fingu góðan stuðul frá fleiri virkjum og eisini Klaksvíkar Kommunu stuðlaði, og tað eru vit framvegis takksom fyri.

Árið 2002 var tørvurin á barnaansing í Klaksvíkar Kommunu sera stórur. F.I.N. og Klaksvíkar Kommuna gjørdu ein leigusáttmála, sum gjørdi tað møguligt, at kommunan fekk eina útibarnagarð, sum eitur Fjallafípan. Hetta hevði so við sær, at F.I.N. kundi fara undir at gera eitt nútímans tjaldingarpláss. Hetta tjaldingarpláss hevur nú verið opið summarmánaðirnar í nøkur ár.

Á tjaldingarplássinum eru 3 hús, sum geva tjaldarum atgongd til køk, matstovu, wc og brúsu. Møguleiki er eisini at yvirnátta í einum av húsunum. Á grasfløtuni er pláss fyri umleið 10-15 tjøldum. Hetta tjaldplássið er á einum tí vakrasta staði tá hugsa verður um útsýnið og umhvørvið.

Emma Heinesen gavst, sum leiðari av N.K um hálvan februar 2001 eftir at hava gjørt eitt megnar avrik og F.Í.N. er Emmu ógvuliga takksom fyri hennara tænastu til frama fyri N.K. og F.I.N.

Tann 1 mars 2001 fingu N.K. og F.I.N. eitt tættari tilknýtið til umsiting Klaksvíkar Kommunu.

T.d. kom bókhaldi hjá F.Í.N. at verða lagt saman við tí hjá klaksvíkar Kommunu. Tað var um hetta mundi, at Christian Olsen bleiv settur sum leiðari av N.K.

Nú byrjar eina nýggj tíð hjá F.I.N. sum fær meira av peningi, bæði sum stuðul frá

Ferðaráði Føroya og Klaksvíkar Kommunu, eisini frá hinum kommununum í Norðoyggjum.

Leiguinntøkurnar veksa eisini, tí nú er undirsjóvatunnil komin og við honum nógv fleiri vitjandi úr øllum Føroyum.

Á vári 2007 lat nýggjur stovnur upp í Klaksvík, og er her talan um Miðlan. Hetta førdi við sær, at Norðoya Kunningarstova stóð uttan høli, ein fyribils loysn var funnin á hesum trupulleika, ið bert skuldi varða nakrar fáar mánaðir. Enn hava vit bert eitt lítið høli. Klaksvíkar Kommuna arbeiðir við at skaffa okkum eini størri og meir sjónlig høli.

Klaksvíkar Kommuna. sum hevur stuðlað okkum ótrúliga væl fíggjarliga, eigur stóra takk, somuleiðis stóra tøkk til umsitingina, sum hevur veit okkum hjálp tá ið á hevur staðið.

D.D. tann 1 februar 2008 er nevndin í F.I.N. mannað við fylgjandi:

John B. Hansen, formaður

Olivar Askham, næstformaður

Henrik Thøgersen, nevndarlimur

Erikka Eltør, nevndarlimur

Gunvá við Keldu, nevndarlimur

Jórun Høgnesen og Anna Lassen er eykalimir

Gunvá og Jórun umboðað Klaksvíkar Kommunu.

Um hálvan december 2006 mistu vit okkara dugnaliga leiðara í N.K. Christian Olsen,

og var tað ein dyggur smeitur. Ærað verið minnið um Christian.

Í dag starvast 1 ½ fólk á Norðoya Kunningarstovu

Á Norðoya Kunningarstovu er Maiken Steinberg settur leiðara frá 01-03-2007

Og Unn Joensen arbeiðir hálva tíð.

Arbeitt hevur verið miðvíst við at kunna veita og bjóða kundum okkara eitt meir fjølbroytt úrval av tænastum, og hevur hetta merkt at F.I.N. og Norðoya Kunningarstova hava økt um sínar inntøkur, eins og nógv fleiri ferðafólk gera brúk av tjaldplássi okkara. Onnur spennandi projektir eru eisini væntandi at fara av bakkastokki innan stutta tíð.

Samanum tikið so gongur tað móti ljósari tíðum, ikki bara í okkara vøkru náttúru, men eisini fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum og Norðoya Kunningarstovu, sum í dag eru púra óheft av Klaksvíkar Kommunu, og standa á egnum beinum. Vónandi fær F.Í.N. eisini fleiri nýggjar limir í nærmastu framtíð.

Vit síggjast í Norðoyggjum

Við heilsan og vón um eitt eyðnuríkt gott ferðavinnuár í 2008.

Klaksvík tann 1 februar 2008