Vegna vánalig veðurlíkindi gjørdu Nólsoyingar av, at útseta teirra nýggjárshald til nýggjársdag, tann fyrsta januar, heldur enn at gera sum vanligt, og halda tað 31 desembur.
Tiltakið eydnaðist væl og fleiri Nólsoyingar luttóku, byrjað var kl 20.30 í gjárskvøldið við kyndlagongu frá keiini og út eftir veg niðan til har sum bálið skuldi verða.
Ætlanin var at grilla villsvín og hava kyndlagonguna út til bálið alt saman nýggjársaftan, men hetta var ikki gjørligt, orsaka av nógva vindinum og vánaliga veðriðnum. Av tí sama gjørdu fólki av, at útseta grillingina til Leygardagin fimmta januar, og so hava nýggjárshaldið Týsdag tann fyrsta januar. Evy Toftegaard Nielsen tók myndir av kvøldinum, sum tyktist at eydnast serliga væl, og endaði við felagssangi rundan um bálið.