Nýggjárshald á Hotel Føroyum

Fyri fyrstu ferð fara tey á Hotel Føroyum at skipa fyri nýggjárshaldi við nýggjársdansi alla náttina.

Tað verða Hallur Joensen og Jákup Zachariasen og fleiri, sum fara at spæla til nýggjársdansin.

Sum vera man bjóðar hotellið eisini gisting í sambandi við tiltakið, eins og til ber at keypa allan pakkan, so tú fært útsýni og fyrverkið yvir havnina við einum serligum nýggjársdøgurða á matstovuni Koks.