Nýggjárshald í Fuglafirði

Nýggjársaftan verður eisini skipað fyri nýggjarshaldið í Fuglafirði. Tað er Mentanarhúsið, sum skipar fyri og haldið byrjar klokkan níggju á kvøldi. Tá verður bál og felagssangur og tá fer Ditlev Róin eisini at halda nýggjársrøðu.
Aftaná verður súpan at fáa í Mentanarhúsinum og ein hálvan tíma eftir midnátt verður dansur, har Kim Hansen, James Olsen, Jens Marni Hansen og Pauli Magnussen fara at spæla eldri og yngriu dansitónleik