Í minsta lagi 60 børn doyðu, og umleið 200 fingu skaða í einum stórum nýggjárshaldi í á einum fótbóltsstadion í býnum Abidjan í Fílabeinsstrondini í gjárkvøldið.
Mannamúgvan var komin at hyggja at fýrverki, tá óró brádliga kom á fjøldina við tí úrsliti, at fleiri tíggjutalsfólk vórðu traðkað í hel. Tað tók bjargingarliðunum tveir tímar at koma á staðið, men tá var einki at gera.
Amerikanska sjónvarpið CNN sigur, at øll, sum doyðu, vóru børn millum 8 og 15 ára aldur. Umleið 200 hava fingið skaða, og tað stendur um lív hjá summum teirra.
Summar tíðindastovur skriva, at trupulleikarnir byrjaðu, tá fólk royndu at sleppa inn á vøllin, haðani fýrverkið varð skotið.