Nýggjárshálvmarathon

Veðrið var so gott, sum vónast kundi, tá hálvt marathon var runnið um vikuskiftið

Marathon

Leygardagin skipaði Roysnið fyri fyrstu rennikappingini í ár, tí sonevnda Nýggjárshálvmarathon, har 23 luttakarar runnu tann 21 km langa teinin frá vegnum oman til Funningsfjørð og út á Tofta kei.

Umstøðurnar góðar
Hóast veðurforsøgnin hevði hótt við regni og 13 m/s mótvindi, varð turt og stilli, meðan kappingin var. Góðu líkindini høvdu við sær, at tíðirnar yvirhøvur vóru góðar.

Jonhard bestur
Í opna bólkinum løgdu tríggir mans seg skjótt á odda, Jonhard Larsen og Guttorm Sørensen úr Treyatinum og Cecil Weihe úr Bragdinum.
Komnir nakað longri enn hálvan veg drógu klaksvíkingarnir frá havnamanninum. Og til seinast var kappingin tí ein uppgerð millum Jonhard og Gutta.
Jonhard var stinnastur, tá avtornaði, og vann kappingina við tíðini 1 tíma 18,45 min. Hetta varð persónligt met hjá honum við góðum trimum minuttum. Gutti gjørdist nummar tvey við tíðini 1 tíma 18,56 min., og Cecil Weihe hevði 1 tíma 19,48 min. á triðja plássinum.

Jósvein besti veteranur
Í veteranbólkinum, teir eru føddir í 1958 ella fyrr, var nokkso stórur munur millum tríggjar teir fremstu.
Jósvein Herup Olsen gjørdist nummar eitt við tíðini 1 tíma 28,26 min. Óli Olsen varð numar tvey við 1 tíma 32,11 min. og Steindor Hjaltalin nummar trý við tíðini 1 tíma 36,56 min. Teir renna allir fyri Bragdið.

Cross Country 14. februar
Næsta rennikappingin verður ein sonevnd cross country kapping á Toftum 14. februar. Hetta er fyrstu ferð, skipa verður fyri einari slíkari kapping í Føroyum.