Nýggjársbrak í Havn

Chase, All That Rain og Eyðun og Terji fara at spæla á nýggjárskonsertini, sum verður í Havn í kvøld

 

Tað verða nøkur av heitastu nøvninum í føroyskum tónleiki seinastu 20 árini, sum fara at spæla, tá nýggjárskonsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.

Mest aktuelli bólkurin er Chase, sum júst hevur latið næstu fløgu sína úr hondum. Tann fyrra kom fyri 10 árum síðani, men nú koma teir afturíaftur sum tjóvar á nátt - í kavbáti.

Chase var tiltikin konsertbólkur seinast í 80?unum og fyrst í 90?unum, til teir góvust at spæla. Nú fara teir aftur á pallin, og vit hava skilt, at teir ætla at gera comeback við einum braki.

Edmund Jacobsen, sum er sangari í bólkinum, kemur heim á jólum, og tað verða neyvan stundir til stóra jólahugnan, tí bólkurin ætlar at venja nógv í komandi viku.

Nýggja útgávan hjá teimum, Sum tjóvur á nátt, hevur fingið sera góða móttøku, og fleiri hundrað fløgur vóru seldar longu fyrstu vikuna.

Nú skal bólkurin eisini vísa, at hann framvegis dugir á einum palli, og við monnum sum James Olsen, Edmund Jacobsen, Mikkjal Joensen og Niclas Johannesen umborð, skal tað vera løgið, um kavbáturin ikki veruliga kemur undan kavi í Havn í kvøld.

Nógv hent

Hetta hevur verið eitt hendingaríkt ár hjá All That Rain. Teir gjørdu rættiliga vart við seg í Prix Føroyar kappingini, har teir endaðu sum nummar tvey. Síðani góvu teir eina frálíka rockfløgu út, og hendan fløgan var ikki meira enn løgd í fløguspælaran, fyrr enn sangarin og gittarspælarin í bólkinum, Jens Marni Hansen, fór burturúr.

Nýggjur frontmaður í bólkinum er Hans Ravnsfjall, og seinastu vikurnar hevur All That Rain spælt nógv kring landið. Teir eru kendir fyri at spæla lívligan rocktónleik, og tað verður eisini hetta, sum teir fara at gera á nýggjárskonsertini.

Teir garvaðu

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen teljast millum bestu poppkomponistar, hetta landið hevur fostrað. Hetta eru menn, sum kunnu seta seg einsamallar niður at spæla í tveir tímar fyri fólki. Poengið er, at teir kunnu útilokandi spæla sínar egnu sangir, og fólk duga allar uttan at.

Hittini hjá teimum báðum eru óteljandi, og tað verður nakað av hesum, sum verður at hoyra, tá teir fara á pallin við sínum bólki.

Vit hava skilt á lagnum,at møguliga verða onkrir gestatónleikarar við undir framførsluni hjá teimum.

Forsølan av atgongumerkjum til nýggjárskonsertina hevur gingið væl, og tað er líkt til, at áhugin fyri tiltakin er stórur sum vanligt.

Konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í kvøld.